Ítróttardagur fyri sinnisveik

Tíðindaskriv

Síðsta summar var skipað fyri ítróttardegi fyri sinnisveik. Dagurin var hildin á AB-vøllinum á Argjum. Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at avgjørt er at hava ein ítróttardag hvørt summar. Eisini er avgjørt, at ítróttardagarnir skula haldast ymsastaðni í landinum.

Í ár verður dagurin hildin tann 13. juni í Sandavági. Valloyran og Síf-húsið verða karmar um tiltakið. Um veðrið ikki verður til vildar, verður flutt inn í høllina á Giljanesi.

Kappast verður í fótbólti og boccia fyrrapartin, kúluvarpi og rundbólti seinnapartin. Sostatt er møguleiki hjá luttakarunum at melda seg til tvær ítróttargreinar – eina fyrrapart og eina seinnapart.

Tiltakið byrjar kl. 9 við, at Sandavágs bygdaráð bjóðar luttakarunum til morgunmat, og Rósa Samuelsen fer at bjóða øllum vælkomnum. Eisini fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna –og heilsumálum at halda røðu. Eftir tað verður hitað upp og kappingarnar byrja.

Kl.14.30 verður borðhald við felagssangi. Orkestrið Menniskja fer at spæla. Eisini fer Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata at halda røðu og Rósa Samuelsen fer at handa heiðursmerki.

Seinasta freist at tekna luttøku er hósdagin 5. juni og verður tað gjørt við at boða frá til Løkjukafeina, tlf. 554030 ella teldupost: judithJ@naerverk.fo

Við vón um góða luttøku.