Ítróttardómstólurin verður góðkendur

Alt bendir nú á, at FSF fer at útflýggja Ítróttardómstólinum neyðugu pappírini, soleiðis at punktum kann setast fyri málinum um skjótt heimsgitna spæliloyvið hjá Páll M. Joensen

Fótbóltur

Tað tykist, sum fekk HB veruliga sett tummilskrúvurnar á FSF, tá teir mikudagin fingu viðhald í, at fútabann skuldi setast fyri ætlaða dystinum á Eiði millum EB/Streym og VB/Sumba, til Ítróttardómstólurin hevur viðgjørt seinastu kæruna hjá HB.
FSF hevði annars á sín hátt sagt »fingrarnar vekk«, tá Ítróttardómstólurin bað um skjølini í málinum um Páll Mohr Joensen. Hetta tí FSF ikki metti, at hetta var eitt mál, sum kundi viðgerast av Ítróttardómstólinum. Og eisini tí FSF heldur fast um, at FSF hevur evsta vald á føroyskum fótbóltsviðurskiftum. Ein tulking, sum fyri tey flestu man tykjast dekan av strømm, so leingi sum FSF er limur í ÍSF undir verandi skipan.

HB skar onga seinkan
Hóast FSF í rættinum fekk viðhald í, at HB skal seta trygd fyri møguligum missi av UEFA-peningi, so er tó lítið, sum bendir á, at HB á nakran hátt skal missa hendan pening. Sum so munnu teir høgu harrarnir í UEFA vera passaliga líkasælir, bara føroyski steypavinnarin er funnin áðrenn mai mánaður  um 11 mánaðir  er liðin. Og skuldi tað hent seg, at málið framvegis ikki er greitt til ta tíð, so kann FSF neyvan lasta HB fyri hesum.
Tí Ítróttardómstólurin sigur seg vera til reiðar at viðgera málið tann 10. juli, og verður tað gjørt, so eru neyvan teir heilt stóru trupulleikarnir at avgreiða steypafinaluna  tó at kann gerast trupult at røkka innan ólavsøku.

Skjølini verða latin
Einasti møguleikin, at málið ikki verður avgreitt, tykist tí vera, at FSF ikki letur dómstólinum umbidna skjalatilfarið. Og yvir fyri hesum veruleika tykist tað, sum hevur FSF nú givið skarvin yvir í mótstøðuni móti ÍSF. Í øllum førum ljóðar, at FSF í dag fer at lata umbidnu skjølini frá sær, soleiðis Ítróttardómstólurin sleppur at tala.
Tað verður soleiðis upp til dómstólin  og ikki FSF - at gera av, hvørt kæran hjá HB kann viðgerast. Treytirnar fyri hesum eru tó, at talan er um spurningar um lóg og mannagongdir. Tí er ivasamt, hvørt dómstólurin tekur tann partin av kæruni upp, har biður um, at proportionalitetsregla skal verða galdandi, um HB skal revsast. HB biður tó eisini um, at ivin um, hvør brævið um leysgeving er sent FSF ella ikki, skal koma teimum tilgóðar, og tað er helst eitt mál, sum dómstólurin kann taka upp.