Ítróttardómstólur til arbeiðis í morgin

Mikudagin fer Ítróttardómstólurin hjá ÍSF undir at viðgera kæruna frá HB viðvíkjandi spæliloyvinum hjá Páll Mohr Joensen. Kappingarnevndin og Dómsnevndin hjá FSF hava viðgjørt málið, og tey hava dømt HB at tapa steypadystin ímóti VB/Sumba, tí Páll spældi uttan galdandi spæliloyvi. HB hevur kært hesa avgerð inn fyri Ìtróttardómstólin hjá ÍSF, sum fer undir sína viðgerð av málinum mikudagin. Roknað verður við, at dómstólurin kemur við sínum úrskurði seinni í hesi vikuni