Tað er vorðin siðvenja, at tey sum fara á skeið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni, ganga fjøllini í Suðuroynni.
Hesa vikuna hava tey gingið fjøllini, og hóast kavin hevur ligið tjúkkur, eru 32 av 55 fjøllum gingin.
Á Ítróttaháskúlanum vóna tey, at veðrið spælir við, so tey aftur í komandi viku kunnu ganga fjøllini, skrivar Ítróttaháskúlin á sínum facebook vanga, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.
Mynd: Jóni Brandsson Christiansen