Trý stig til heimaliðið á Valloyrini

FSV04 syrgdi í gjár fyri, at teirra støða á næstfremsta plássinum í 1. deild verður ikki verri eftir 18. umfarið, enn hon var undan hesum umfarinum.

Í gjár hevði FSV04 vitjan av HB, sum var væl upplagt.

FSV04 hevði vindin undan í 1. hálvleiki. Tá eydnaðist heimaliðið at leggja seg á odda eftir ein hálvan tíma. Málskjútti var Jákup Joensen eftir hornaspark.

Stutt undan steðginum javnaði HB eftir gott álop í vinstru. Málskjútti var Johan Borðoy.

Í 2. hálvleiki var HB heilt væl við. Bara eitt mál kom, og tað fekk FSV04, tá ið ein lítil løta var eftir. Málskjútti var brasilski miðvallarin Heron.