Trýstið verður hildið

Fleyr fekk ikki givið ÍF stórvegis mótstøðu, so enn halda tær úr Fuglafirði fast um trýstið á Mjølni

Kvinnuflogbóltur

ÍF hevði eina hampuliga bleyta upphiting til steypafinaluna, tá tær fríggjadagin tóku ímóti Fleyr. Sum kunnugt hevur Fleyr ikki havt eitt av sínum bestu árum, og tað var heldur stórvegis, sum tær fingu gjørt við ÍF, sum uttan stórvegis hóvasták tók sær av øllum trimum settunum.
Við sigrinum legði ÍF seg fyribils á oddasessin, og tó at hesin varð tikin frá teimum bara tveir dagar seinni, so var tað av stórum týdningi, at tær soleiðis framhaldandi hildu fast um trýstið á Mjølnir, sum enn er fremsta liðið. Munurin er tó lítil, og framvegis er tað helst so, at tað verða innanhýsis dystirnir millum fyrst og fremst hesi bæði liðini umframt TB, sum fara at verða avgernadi fyri, hvat gullmerkini fara.
Fyrst er tó steypafinalan á skránni hjá ÍF. Her hava tær ongan tíð verið áður, men tað merkir ikki, at tær ikki hava møguleikan at vinna. Tvørtur ímóti hava tær vunnið allar tríggjar dystirnar, sum tær hava hitt TB í ár, og lítið er at ivast í, at tað verða heilt nógvir fuglfirðingar, sum fara til Havnar komandi vikuskiftið.