Trý smá sjúkhús

Herfyri kom long grein í bløðini frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi við yvirskriftini “vit hava 3 smá sjúkhús í Føroyum” (Sosialurin 2. mars).

Greinin er skipað soleiðis, at fólk fáa ta fatan, at vit skulu hava 3 javnsett smá sjúkrahús. Ført verður fram:”Sundhedsstyrelsen hevur enn einaferð hildið tað verið neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum”.
Hetta byggir á fyrispurning til Sundhedsstyrelsen um rapport:”Styrket akut beredskab-planlægningsgrundlag for det regionale sundhedsvæsen.”
Í Danmark verður í dag arbeitt í regiónum, har fólkatalið er um eina millión. Tá vit í Føroyum eru undir 50.000 fólk, kunnu vit ikki beinleiðis brúka leiðreglur fyri danskar regiónir. At snara hesum til, at Sundhedsstyrelsen hevur enn einaferð hildið tað vera neyðugt at minna á, at vit bert hava 3 smá sjúkrahús í Føroyum, tað má vera at villeiða fólk.
Her má orðingin vera snarað eini 180 stig, so fólk fáa eina skeiva fatan av veruleikanum.
Í Danmark verða í dag gjørdar stórar broytingar á sjúkrahúsøkinum. Meir og meir verður savnað á teimum stóru sjúkhúsunum, og hetta verður gjørt, fyri at samlaði raksturin skal verða bíligari , samstundis sum góðskan av kanningum og viðgerð skal hækka. Tey smáu sjúkhúsini verða heilsudeplar ella líknandi.
Skuldu vit spart sum í Danmark, svarar tað til um leið 50 mill. kr. í rakstri um árið.
Sjúkrahúsverkið er dýrt, og verður dýrari og dýrari um ikki raðfest verður við skili. Kostnaðurin at senda sjúklingar av landinum, og at fáa konsulentar til Føroya, veksur og veksur, og hesir pengar hvørva úr føroyska búskapinum.
Vit hava havt Landssjúkrahúsið sum meginsjúkrahús í eini fjøruti ár, og frægast at gera er at útbyggja Landssjúkrahúsið eftir førimuni.
Nevnda grein tykist vera verjurøða fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Størsti parturin snýr seg um skaðastovuvirksemi; men alt druknar í ábreiðslum, serliga móti Landssjúkrahúsinum og læknunum har, og síðani móti Kringvarpinum, tí tíðindaflutningurin ikki hóvar teimum í Klaksvík. Hetta gevur ikki tann besta gróðrarbotnin fyri tí eftirlýsta góða samstarvinum.
Aksel Johannesen er farin í starvið sum fíggjarmálaráðharri og er komin á ovastu rók í javnaðarflokkinum. Tí hevði verið gott, um vit sóu, hvørja kós javnaðarflokkurin hevur á heilsuøkinum, og hvat John Johannesen hevur at miða seg eftir sum nýggjur heilsumálaráðharri.