Trý í Íslandi og fýra undir Føroyum

Útlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig. Streymurin verður harður, men veðrið verður gott.

- Trý føroysk línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Eitt landar í Íslandi í dag, og eitt landar í Føroyum mánadagin. Ivasamt er, um triðja línuskipið eisini landar í Føroyum seinast í vikuni sum kemur.

 

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag. Lagt verður aftrat um skipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, at veiðan er blandað.

 

- Fýra línuskip eru undir Føroyum, og væntandi koma tey inn at landa í seinnu hálvu av vikuni sum kemur. Línuskipini undir Føroyum fáa tosk, hysu, longu og brosmu.

 

Útlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig. Streymurin verður harður, men sambært Fiskamarknaði Føroya verður veðrið gott. So, kanska verður eitt sløð av útróðrarfiski kortini.