Trý skip landa í Sørvági

Trý skip landa til Landingarmiðstøðina í Sørvági í dag, tilsamans hava tey um 300000 pund. Grímur Kamban, sum partrolar við Kallsevni, landar 120000 pund, meginparturin er upsi, Kallsevni landar á Tvøroyri. Teir hava hendan túrin roynt á Bill Baily. Grímur Kamban og Kallsevni komu á Sørvág leygarkvøldið.

Vesturskin kom á Sørvág í morgun, teir hava 150000 pund, eisini hjá teimum er meginparturin upsi. Vesturskin hevur verið til fiskiskap í 11 dagar, fyrst royndu teir vestanfyri, men seinnapartin av túrinum hava teir roynt eystanfyri.

Vestmanna-trolarin Skálafossur er eisini á Sørvági í morgun, Skálafossur roynir á landleiðini. Skálafossur byrjaði túr 4. august, teir hava roynt norður úr Fugloynni, Skálafossur hevur 18.000 pund, harav helmingurin er toskur.