Stutt eftir middag í dag kom Tróndur í Gøtu á Tvøroyri við umleið 600 tonsum av makreli, sum teir hava fingið eystarliga í føroyskum sjógvi.
Í gjár fór Fagraberg avstað aftur. Teir hava eisini landað á Tvøroyri í vikuni og høvdu umleið 600 tons av makreli.
Eitt annað uppsjóvarskip - Jupiter - var á Tvøroyri mánadagin við umleið 1300 tonsum av makreli.
Uppi í veiðini hjá hesum trimum skipunum var eisini nakað av sild, men uppsjóvarskipini eiga eisini sildakvotu.
Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri siga tey, at nøgdirnar av makreli, sum nú koma til lands, eru minkaðar, men enn er makrelveiða í føroyskum sjógv