Trý skeinkiloyvi í Klaksvík

Løgdeildin á Løgmansskrivstovuni ger nú greitt, at sambært løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka við seinni broytingum, at trý vanlig útskeinkingarloyvi eru tøk í Klaksvík.

Sagt verður eisini frá, at umsóknir um hesi loyvi skulu vera Loyvisnevndini í hendi í seinasta lagi 4. desember í ár.

Umsóknaroyðubløð fáast við at venda sær til avgreiðsluna í Tinganesi.