Tað gongur strúkandi hjá trimum teimum fremstu í næstbestu fótbóltsdeildini. 8. umfar í 1. deild var á skránni í kvøld, og oddaliðið B68, FSV04, sum er næstovast, og ÍF á triðja plássi vunnu øll.
Úrslitini í kvøld vóru:
B68-KÍ 3-1
ÍF-B36 5-0
LÍF-FSV04 0-2
TB-HB 0-2
SÍ-NSÍ 2-1
Støðan eftir 8 umfør:
B68 22 stig
FSV04 19 stig
ÍF 17 stig
LÍF 13 stig
TB 10 stig
HB 10 stig
NSÍ 9 stig
SÍ 7 stig
KÍ 6 stig
B36 3 stig
9. umfar verður leygardagin:
LÍF-SÍ
TB-ÍF
HB-B68
FSV04-NSÍ
B36-KÍ