Menn, sum ikki hava tikið eitt góðkent trygdarskeið, eiga ikki at sleppa at rógva út. Tað heldur tann serliga kanningareindin, sum kannar óhapp við bátum og skipum í donskum sjógvi, og hon hevur nú latið Sjóferðslustýrinum sítt tilmæli.
Kanningareindin er júst liðug at kanna ein tilburð í fjør, tá ein 59 ára gamal maður datt út og druknaði 10 fjórðingar úr Hanstholm.
Kanningarnevndin sigur, at maðurin hevði drúgvar royndir á sjónum, men hann hevði ikki tikið nakað góðkent trygdarskeið. Men tað er ikki nakað krav, um menn hava arbeitt sum fiskimenn ella útróðrarmenn í meiri enn tvey ár.
Men nú vil kanningarnevndin hava reglurnar broyttar. Nevndin vísir á fleiri brek við trygdini, tá tann 59 ára gamli útróðrarmaðurin datt út og druknaði í Norðsjónum í fjør, og at hesi brekini kunnu hava verið viðvirkandi til, at maðurin doyði.