Útróðrarbáturin Adrian aftur til Noregs

Í Føroyum hevur hann verið heimahoyrandi á Strondum og í Froðba seinastu fýra árini

Bátasøla

Útróðrarbáturin, Adrian, sum Sp/f Accord í Froðba í seinastuni hevur átt, er nú seldur til Noregs, har hann varð bygdur í 1986.
Báturin varð keyptur úr Noregi til Føroya í 2000, og var tá heimahoyrandi á Strondum undir navninum, Marianna II.
Í 2003 keyptu froðbingar bátin og góvu honum navnið, Adrian.
Adrian er 14,99 metrar langur og 5,82 metrar breiður. Hann hevur ein nýggjan høvuðsmotor sum er ársgamal. Hjálpimaskinan er frá 2002 og sonevnda BFG-línuskipanin, sum er til 20.000 húkar, er frá 2000.
Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri søluni av útróðrarbátinum til Noregs.