Trýr ikki reiðiliga Kolovrat

Undir proseduruni í Føroya Rætti í kvøld játtaði Milan Kolovrat, at tað var hann, sum hevur gjørt av við Dánial Petur Hansen, og at hann hevur beint fyri líkinum við at tveita tað í havið.

Hetta skal vera framt á Morskranesi. Men ákærin, Linda Hesselberg ivast í, um drápsdømdi kroatin tosar satt, tí hon heldur ikki nakað undirbyggja hansara nýggjastu pástandi.

Linda Hesselberg kravdi annars í sínari proseduru 16 ára fongsul, tí har vóru fleiri herðandi umstøður, ið talaðu fyri tí.

Fyri tað fyrsta hevðí Milan Kolovrat í fleiri dagar fyrireikað drápið á Pidda, og harnæst hevði hann gjørt av við hann, meðan Piddi ikki kundi ikki verja seg. Í triðja lagi flutti hann Pidda burtur í Skodabilinum og legði hann í víkiplássið í Norðoyatunlinum

Alt hetta tala fyri herdum umstøðum, og hetta var eisini við til at ákærin mælti til 16 ára fongsul.

Verjin hinvegin segði, at tað skuldi so ógvuliga nógv meira til at økja revsingina upp um tey 12 árini. Og so spældi hann trumfin. Milan Kolovrat játtaði seg sekan í drápi á Pidda eins og ákæruvaldið hevði sagt, og at hann hevði beint fyri líkinum við at tveita tað á sjógvin á Morskranesi.

Men ákærin vildi illa trúgva hesum, tí politiið hevði leitað væl og virðiliga har og einki funnið sum bendir á, at Milan Kolovrat talar satt um, hvar líkið er burturbeint.

Nú er tað so upp til nevningarnar saman við Henrik Møller, dómara, at finna fram til eina passandi revsing, og er ósemja um longdina, verður tað stytra áramálið, ið vinnur.

Revsingin verður kunngjørd á rættarfundi í morgin klokkan 10.