Hetta umfarið av Grand Prix kappingini fyri tey eldru varð leikt í Badmintonhøllini í Havn, men var eitt sindur øðrvísi enn tey vanligu eru.
Eingin einmansleikur var á skránni hesaferð, men bara tvímansleikir. Fyri kvinnur, menn og blandaður tvímansleikur.
HBF og Ingun
Tað er synd at siga, at tað eru nógv ókend nøvn, sum gera seg galdandi í badminton í Føroyum. Teir leikararnir, sum liggja í fremstu røð eru teir, sum t.d. hava verið við til Oyggjaleikirnar, og teir allarflestu teirra eru úr HBF. Í so máta er føroyska landskappingin ikki serliga áhugaverd, men kortini.
Einasta kappingin, sum HBF ikki vann sunnudagin var tvímansleikurin hjá kvinnum.
Kortini átti HBF sín stóra lut í vinnaraparinum, tí hóast Ingun Hansen ikki er úr HBF, so er makkari hennara, Kristianna Thorkildshøj.
Tær báðar vunnu frammanfyri Guri Poulsen og Elsu Thorkildshøj, sum báðar eru úr HBF.
Royndirnar gera sítt
Tvímansleikurin hjá monnum gjørdist ein staðfesting av, at tað framhaldandi eru teir gomlu, sum siga teimum yngru hvar skápið skal standa.
Gunnar M. Gregoriussen og Heðin Joensen, sum skjótt hava spælt badminton í eitt mannaminni settu seg á kappingina hjá monnunum, og teir vunnu hana frammanfyri ungar menn sum Regin Hammer og Erland Poulsen úr HBF.
Hóast ein skal vera varin at døma út frá tí einu kappingini, so er tað merkisvert, at teir »gomlu« skulu vinna á teimumn yngru, sum hóast alt vóru við til oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar.
Hóast tað er sjálvsagt, at royndirnar hjá teimum »gomlu« hava sítt at siga tá spælt verður, so tykist tað kortini við hesum úrslitinum vera rættiliga langur vegur áðrenn føroyingar fara at gera seg galdandi til eitt nú Oyggjaleikirnar.
Men minni kann eisini gera tað, segði danin á sinni.
Regin hevndi seg
Tá farið var til kappingina í blandaðum tvímansleiki gjørdi Regin Hammer bart saman við Guri Poulsen.
Hann vildi ikki lata sær lynda, at tapa tvær kappingar, men tað var upp á eitt hangandi hár, at hann vann.
Tí tá upp varð gjørt eftir lokna kapping var komið eftir, at trý pør stóðu á jøvnum við líka nógvum sigrum og ósigrum.
Tí mátti farast heilt í smálutir fyri at síggja hvussu nógv stig tey einstøku pørini høvdu fingið og mist.
Úrslitið av uppteljingini gjørdist, at Guri Poulsen og Regin Hammer úr HBF vunnu kappingina. Á øðrum plássi komu Elin Jacobsen og Erland Poulsen, meðan Heðin Joensen og Kristianna Thorkildshøj gjørdust nummar trý.










