Tað vóru tvey lið við tveimum heilt ymiskum fyritreytum, sum fóru á vøllin úti í Vika á Argjum. AB hevði longu mist tað sum missast kundu, og hevði bara æruna at spæla fyri, men sigast má, at hesa æruna bardist unga argjaliðið fyri. FC Suðuroy hevði alt at missa, og vóru teir fjálturstungnir gjøgnum allan dystin. Stóra álvarsemið at kunna missa rættin at spæla í vodafonedeildini komandi ár, og at vita sær, at Suðuroy einki umboð hevur í tí fremstu fótbóltsdeildini vísti seg at gerast alt ov møtimikið hjá tí suðuroyar-liðnum, og tá dysturin var liðugur var málið hjá Tróndi Sigurðsson ikki bara tað sum skilti AB og FC Suðuroy, men tað var eisini tað sum gjørdist bjargingin hjá B71, og banin hjá FC Suðuroy.
Fingu ikki tað eina stigið
Tepra 1-0 tapið á Argjum ber við sær, at FC Suðuroy saman við AB flytir niður úr bestu deildini. Einki felag í Suðuroy verður sostatt umboðað í fremstu fótbóltsdeildini í 2011. FC Suðuroy spælararnir vóru merkiliga tamir størsta partin av dystinum. At B71 tapti heili 1-9 í Runavík bar við sær, at suðuroyingarnir høvdu møguleika sjálvir at avgera sína lagnu. Treytin var, at teir í minsta lagið megnaðu eitt stig á Argjum, men hendan setingin greiddu teir ikki.
Síðstu løtuna hevði FC Suðuroy nógv fólk frammi á vøllinum, og teir vóru onkra ferðina tætt við, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í AB-netið, og tá ið Ransin Djurhuus hevði bríkslað fyri síðstu ferð, tveittu vónbrotnu FC Suðuroy spælararnir seg á vøllin, og ergraðu seg gular og bláar (B71-litirnir).
Gjørdi ein “gamlan Totti”
Tað var í 67. Minutti, at FC Suðuroy fekk banasárið. Dómarin, Ransin Djurhuus peikaði á ellivu metra blettin, eftir at vongverjin hjá AB, Yohan Borðoy, varð feldur í brotsteiginum. Tróndur Sigurðsson var ísakaldur, tá ið hann royndi seg av brotssparksblettinum. Spurdur um hann hugsaði um týdningin av málinum hann skeyt, svarar Tróndur Sigurðsson, at tað gjørdi hann ikki tá, tí tað var meir enn ein hálvur hálvleikur eftir av dystinum. – Vit høvdu brúk fyri sigrinum, nú vit fara í vetrarfrí, og tí hevði tað ein moralskan týdning, at vit vunnu hendan dystin, sigur Tróndur Sigurðsson. Tá AB so hevði fingið leiðsluna, og tíðin fór undan hjá FC Suðuroy gjørdist Tróndur so líðandi meir og meir bevístur um týdningin av málinum hann hevði skotið. Um brotssparkið sigur Tróndur: - Eg gjørdi ein “gamlan Totti”, har eg tjippaði bóltin í netið. Og nú vænti eg mær also at fáa eini 3-4 krov úr Sandoynni, sigur Tróndur Sigurðsson við einum skálkabrosi, nú hann gjørdist partur av søguni hjá bæði B71 og FC Suðuroy.