Tróndur Patursson 65 ár

Fyrsta mars fylti okkara kendi listamður, Tróndur Patursson í Kirkjubø, 65 ár.

Tróndur er fjølbroyttur listamaður, hann er bæði málari og myndahøggari v.m. Hann er útbúgvin í Danmark og Norra innan ymiskar listagreinir, umframt at hann hevur verið námsferðir í fleiri londum.


Síðan Tróndur hevði sína fyrstu framsýning á ólavssøku 1958, hevur hann havt nærum óteljandi framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.


Síðan síðst í 80-unum hevur hann gjørt nógv við at mála á glas. Hann hevur sín egna ovn á verkstaði sínum í Kirkjubø, sum verður brúktur til endamálið.


Hansara vatns- stál- og steinskulpturar eru nógvastaðni at síggja, umframt alt tað hann hevur gjørt úr glasi.


Eisini hevur hann verið ymiskar ferðir við granskaranum og høvundanum Tim Severin, sum t.d. ferð Brandans úr Írlandi til Amerika (1977-78), ferð Sindbads Sjófara úr Oman til Kina (1982-83), ferð Jasons úr Hellas til Georgia við Svartahavið (1985), China Voyage úr Japan til Amerika yvir Stillahavið (1995), Spice Islands Voyage í Indunesia (1996).


Tróndur Patursson er í dag í høgum metum bæði sum málari og myndhøggari. Fremst av øllum er hann víðagitin fyri sínar glasmálningar og spegils-/glasverk. Hann eigur ein týðandi lut í menningini av føroyskari list.



-red