Tingingar hava leingi verið við eitt felag úr Peru, men har eigararnir vóru úr Hong Kong, um sölu av Tróndi í Götu. Kl. 16:00 í gjár varð sølan endalig, og varð Tróndur strikaður úr føroysku skipaskrásetingini.
Prísurin er knappar 50 milliónir. Tróndur verður sigldur niður til Killybegs í Írlandi um ein ella tveir dagar, har hann skal hava eitt nýtt spæl. Síðandi verður leiðin til Stillahavið, har Tróndur í Götu skal fiska rossamakrel til eitt móðirskip.
Tróndur er byrjanin til tað, sum Vinnan P/F er í dag. Skipið varð bygt í Hellingsöy í Norra í 1986. So hann hevur verið í flotanum í 23 ár. Neyvan hevur nakað annað uppisjóvarsip fiska eins nógv og hann, stendur at lesa á heimasíðuni hjá reiðarínum.