Tróndur í Gøtu gjørt tveir túrar

Havsbrún í Fuglafirði hevur seinastu tíðina fingið nakað av svartkjafti frá Trónda í Gøtu og íslendska verksmiðjuskipinum, Vilhelmi Tórsteinssyni. Nýbygningurin hjá gøtumonnum, Tróndur í Gøtu, landaði góð 2.000 tons av svartkjafti í Fuglafirði í gjár. Hetta er annar túrurin hjá nýggjasta skipinum í føroyska fiskiskipaflotanum, síðan skipið kom til landið og fór í vinnu.

Hin fyrra túrin, sum teir eisini landaðu í Fuglafirði, hevði Tróndur í Gøtu 1200 tons av svartkjafti.

Skipini, sum eru á svartkjaftaveiði, fáa nú fiskin heilt har suðuri í føroyskum sjógvi.

Ein íslendskur verksmiðjubátur, Vilhelm Tórsteinsson, hevur eisini landað tvær ferðir til Havsbrún í Fuglafirði seinastu tíðina.

Vilhelm Tórsteinsson hevur havt millum 700 og 1000 tons av svartkjafti, sum Havsbrún hevur keypt, og síðan hevur skipið eisini lagt virkaðan svartkjaft upp til frystingar í Fuglafirði.

Á Havsbrún vóna tey at fáa onkra svartkjaftalast aftrat, nú fiskurin er komin í føroyskan sjógv.