Tróndheim fyri tólvtu ferð

Sogndal hevur mist takið í toppinum, og Molde er akkurát leyst úr botninum, har Lyn fremvegis er í vanda, sjálvt um teir hesa ferð vunnu í Sogndal

NOREG

Tað hevur hilnast illa hjá klaksvíkingum í fótbólti í ár. Troystin er neyvan serliga stór í tí, men tað er ein veruleiki, at norski vinarbýurin hjá Klaksvíkini í Noregi eigur klárt besta fótbóltsliðið í grannalandinum fyri vestan.
Rosenborg úr Tróndheimi er framúr. Tað resta fýra umfør av norsku kappingini. Men sunnudagin varð tað endaliga staðfest, sum tað hevur verið roknað við alt kappingarárið. Rosenborg er meistari fyri tólvtu ferð á rað. Talan er um átjanda meistaraheitið hjá felagnum, sum harvið er eitt frammanfyri talið hjá vinarbýnum í Føroyum.
Tað var rættuliga undirhaldandi, tá ið meistaraskapurin endaliga varð tryggjaður. Rosenborg var á Lerkendal frammanfyri 4?0 ímóti Bodø/Glimt, tá ið seinna umfarið var tveir minuttir gamalt. So hugsaðu teir í Tróndheimi og Rosenborg meiri um sigursveitslu, enn teir hugsaðu um at spæla fótbólt og verja, men kortini megnaðu teir at vinna 5?4!
Hóast tapið er Bodø/Glimt greitt nummar tvey, og teir fara ivaleyst at vinna silvurmerkini. Tað eru fimm stig aftur til Odd Grenland, sum í gjárkvøldið skuldi spæla ímóti Viking í Stavanger.
Í botninum lætti Aalesund sær nærri kappingarneytunum, tá ið teir vunnu 2?1 ímóti Lillestrøm, sum ikki er tað, sum Lillestrøm áður var. Lyn lætti sær eisini eitt sindur á. Á útivølli í Sogndal vunnu teir 2?1. Sigursmálið fingu teir í yvirtíðini við brotssparki, sum norsku fjølmiðlarnir mettu rættuliga ivasamt.
Tromsø sleit seg trý stig framum tey liðini, sum stríðast mest fyri at sleppa undan niðurflytingini. Teir vunnu 2?0 á heimavøllli ímóti Bryne, sum tapti fyri ellintu ferð á rað á útivølli. Bryne er næstniðast ? bara eitt stig frammanfyri Aalesund. Vålerengen er undir liðini á Bryne. Hesa ferð megnaði Vålerengen 2?2 á heimavølli ímóti Stabæk, sum er við í kappingini um bronsukrónurnar. Teir kappast við Odd Grenland og Viking Stavanger, sum skuldu spæla í gjárkvøldið.
Molde var á odda 2?0 í Bergen í 1. hálvleiki. Men teir megnaðu ikki at halda tørn. Brann skoraði trý mál, og harvið fór Brann eitt stig framum Molde.