Vikuskiftið, tá ið G! vanliga hevur verið, verður aftur í ár hátíðar- og veitsluvikuskifti í Gøtu. Á Tróndardøgunum, sum nýggja hátíðin eitur, 12. til 19 juli, verður loksins reist standmynd yvir Trónd í Gøtu, mætasta høvding føroyinga, og í tvær vikur verða tiltøk við tónleiki, sjónleiki, fyrilestrum, framsýningum, gongutúrum og øðrum.
Seinastu nógvu árini hevur vikuskiftið undan Ólavsøku verið hátíðarvikuskifti í Götu. Heimskendi G! Festivalurin, og áðrenn hann Gøtustevnan, hava myndað hetta vikuskiftið í mong ár. Síðani tað gjørdist greitt, at G! ikki verður í ár, hava felagsskapir og einstaklingar í Gøtu arbeitt við at skapa eitt nýtt tiltak. Úrslitið er, at skipað verður fyri Tróndardøgum, ið byrja leygadagin 12. juli við avdúking av standmynd yvir Trónd í Gøtu í Norðragøtu, eftir Hans Paula Olsen, og sum enda við veitslu, livetónleiki og víkingalegu í Syðrugøtu vikuskiftið 18. og 19 juli.