Trý »nýggj« fólk á ting

Heðin Mortensen hevur fingið tvær kvinnur á ting, og varamaður kemur fyri Kristinu Háfoss restina av valskeiðinum

 

Løgtingið hevur samtykt, at Tjóðveldi fær ein tingmann í staðin fyri Kristinu Háfoss. Tann 1. februar fer Kristina Háfoss í starv sum stjóri fyri Norðurlandaráðið við sæti í Keypmannahavn, og sama dag tekur Páll á Reynatúgvu við sum tingmaður fyri Tjóðveldi.

Kristina Háfoss er í farloyvi, men hon væntar ikki, at hon verður aftur at síggja í Løgtinginum í øllum førum ikki hetta valskeiðið.

– Starvstíðin hjá mær í Norðurlandaráðnum er fimm ár við møguleika at leingja starvstíðina í trý ár afturat, sigur hon.

Tað er ikki vanligt, at tingfólk siga seg úr starvi, tá tey fara aðrar leiðir. Vanligt er, at tey fara í farloyvi. Alt kann broytast, og umstøður kunnu gera, at Kristina Háfoss aftur verður tingfólk áðrenn næsta val.

Hevði hon gjørt sum Poul Michelsen gjørdi í fjør og Anfinn Kallsberg í valskeiðnum 2008-11, so var eingin vegur aftur. Teir niðurløgdu sítt mandat, og harvið eigur næsta fólk á listanum sessin.

Á sama hátt er Heðin Mortensen farin í farloyvi. Hann kann á sama hátt sum Kristina Háfoss taka sessin aftur, tá tað passar honum. Men tað ger hann valla, so leingi hann er borgarstjóri í Havn.

Páll á Reynatúgvu hevur áður sagt, at hann ikki hevði tikið støðu til, um hann fer at taka sæti á tingi. Vit hava roynt at fingið fatur á honum, men hann svarar ikki, og sum vit skilja á Tjóðveldi, so vita tey heldur ikki, um hann tekur sæti ella ikki.

Skuldi hann ikki tikið sæti, so verða boð eftir Ingolf Olsen, sum er næstur á listanum.

Av tí at Annika Olsen hevur havt sæti á tingi áður sum varafólk, so skuldi Løgtingið ikki atkvøðu um hana. Hon skuldi bara boða løgtingsformanninum frá, at hon tók sæti aftur – og tað hevur gjørt. Hon tók við sum tingkvinna frá 1. januar at rokna.