VÍF vann í gjár ein greiðan 30-24 sigur á StÍF í høllini á Skála. Fyri 18 ára gamla Hanus Christophersen var talan um heilt serligan dyst. Hann fekk longu týsdagin til venjing at vita, at hann skuldi verða við hópinum hjá besta liðnum fyri fyrstu ferð.
- Eg havi havt nógvar nervar hesa vikuna. Í skiftirúminum undan dystinum fekk eg eisini at vita, at eg slapp inn, sigur Hanus Christophersen, sum skoraði trý mál fyri VÍF, sum á odda við minst fimm næstan allan dystin.
- Tað er ein stórur partur av, at eg slapp at spæla so nógv sum eg gjørdi. Eg var eitt sindur nervøsur, men tað er bara stuttligt. Eg hevði ikki væntað at spælt so nógv spælitíð og fingið hasi trý málini, men eg eri glaður fyri at tað gekk sum tað gjørdi, sigur ein fegin Hanus.
Hanus er av hondbóltsfamilju. Hann er beiggi Duritu Christophersen, sum spælir við Stjørnuni.
- Eg hevði ilt í búkinum tá hann varð skiftur inn, men hann kláraði tað bara væl, sigur Durita, sum sjálv var ein spentur áskoðari til dystin.
- Tað er lætt at spæla saman við spælarunum hjá VÍF. Teir stuðla mær og á vøllinum tosa teir eisini nógv við meg. Teir geva eitt heraklapp tá tú gert okkurt gott og siga frá um tú gert okkurt gali, sigur Hanus víðari og leggur afturat, at tað verður tosað nógv um hondbólt við døgurðaborðið heima við hús.
Við sigrinum hevur VÍF sent eitt greitt signal til Hoyvíkar. Teir sleppa í FM finalua uttan kapping.
StÍF – VÍF 24-30(9-15)
StÍF: Allan Norðberg 7, Borgar Danielsen 4, Marius Joensen 4, Pætur Joensen 3, Leivur Justinussen 2, Teitur Nilssen 2, Fríði R. Djurhuus 1, Jógvan S. Joensen 1
VÍF: Filip Jojic 7, Agnar Joensen 5, Andrias Eriksen 4, Rasmus Junker 3, Hanus Chrisophersen 3, Sámal Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 2, Bárður Brimvík 2, Sjúrður Poulsen 1 og Sámal Jákup Djurhuus