Mánadagin vóru skúlabørnini í Mikladals kommunu hjá tannlækna í Klaksvík.
Seks av børnunum fóru við lærararnum í Mikladali, meðan sjey børn á Trøllanesi fóru við foreldrum sínum til Klaksvíkar.
Skúlin syrgdi fyri kostnaðinum av ferðini hjá børnunum í Mikladali, meðan foreldrini á Trøllanesi sjálvi noyddust at gjalda fyri síni børn.
Hetta er bert eitt dømi um, at skilnaðurin millum børnini í Mikladali og á Trøllanesi gerst alt týðuligari, eftir at foreldrini tóku børnini úr skúlanum, tí bygdaráðið ikki vil brúka skúlan á Trøllanesi.
Unhugsa at steðga undirvísing
Foreldur á Trøllanesi, sum vit hava tosa við, siga, at tey hava einki samband við skúlan, og tey fáa ikki boð um tiltøk, sum skúlabørnini í kommununi verða boðin við til.
Tey noyddst sjálvi at syrgja fyri síni luttøku í barnafagnaðinum hjá Javna, sum var herfyri, og tey vóru ikki boðin við til konsert fyri skúlabørnum, sum var fyri kortum.
Foreldrini hava undirvíst børnunum heima, men tað hevur verið upp á tal, at hendan undirvísingin skuldi steðgast, so okkurt kundi henda í málinum.
Tað stendur tó púra greitt, at foreldrini vilja hava skúlan á Trøllanesi tiknar í brúk aftur, og tey fara ikki at senda børnini hjá sær í skúlan í Mikladali, um tey ikki eisini kunnu hava skúlagongd á Trøllanesi.
Bygdaráðið í Mikladali svaraði so seint sum í farnu viku, at avgerðin, um at skúlin á Trøllanesi ikki skal takast í brúk, stendur við, og at bygdaráðið ætlar sær ikki at samráðst um hesa avgerð.










