Trøllafløga og litbók

Í vikuni kom nýggj føroysk fløga og litbók á marknaðin. Tað er felagið IRIS sum stendur aftan fyri hesi spennandi og annaðleiðis útgávuni

Á fløguni sum hevur fingið heitið "Í føðingardag hjá Trølla Pætur" er ein fitt barnasøga og 10 sangir. Teir flestu av sangunum eru nýggir, men onkur frá filminum er eisini við. Eitt nú "Trøllini og Mafian" og "Eg eiti Jógvan".
Søgan og sangirnir eru knýttir saman á ein stuttligan hátt, og sangirnir binda søguna saman. Søgan er eitt ljóðspæl, har man umframt tann sum greiðir frá, eisini hoyrir persónarnar, sum leika við. Høvuðspersónarnir í søguni eru Trølla Pætur, Trølla Omman, Jógvan Yvirpolitimeistari, Erling Politistur, Leikamafian við Stampi, Anthonio og Willy, Kári Handilsmaður og Ossi.
Í stuttum kann man siga um søguna, at Trølla Pætur gleðir seg at halda føðingardagin. Umframt Jógvan og Erling, so hevur hann eisini boðið øllum sínum floksfeløgum og vinum heim til sín henda dagin.
Sama dag sum Trølla Pætur hevur føðingadag, verður Leikamafian leyslatin. Teir hava nú sitið sín dóm og eru nú fríir menn. Men teir hava ikki lært nakað av at hava sitið í fongsli í eitt ár - teir leggja beinanvegin nýggjar ætlanir at stjala, og tá teir avgera at stjala allar pengarnir frá Ossa, sum er á veg í føðingardag hjá Trølla Pæturi, tá kann tað bara enda galið. Ossi við Leikamafiuni enda í Føroyum, so er spurningurin, um Jógvan og Erling politistar megna at fanga Leikamafiuna, áðrenn hon ger nakran skaða.
Við fløguni fylgir eisini ein litbók við. Í litbókini kann man leggja litir á allar persónarnir, sum eru við í søguni, umframt aðrar tekningar. Litbókin er 40 síðir og kann man eisini keypa hana uttan at keypa fløguna.
Stuðlað útgávuni hava: Føroya Shell, BR-Leikur, Kall, J.F.Kjølbro Heilsøla, Poul Michelsen og Skipafelagið Føroyar. Fløgan og litbókin fáast um alt landið.