Skíriskvøld, 9. apríl, fara Trølla Pætur og Trølla Omman við Norrönu við Danmarkar
Trøllapætur og Trøllaomman koma at syngja og upptraðka fleiri ferðir um dagin, og koma harafturat at siga søgur og skipa fyri undirhaldi og kappingum fyri børn. Hetta merkir sjálvandi, at øll tey sum fara við vælumtókta páskatúrin hjá Norrønu fáa høvi at sigla og stuttleika sær saman við Trølla Pætur og ommuni.
Samstundis er hetta ein familjucruise, har tey ferðandi verða saman við Trølla Pætur og ommuni aftur og fram. Norröna liggur 6 tímar við bryggju í Esbjerg, har ferðandi fáa høvi at vitja hugnaliga havnabýin við fjølbroyttum handilslívi, stórari svimjihøll og innbjóðandi matstovum. Kokkurin umborð á Norröna lovar eisini at borðreiða við góðum páskamati á øllum túrinum. Um kvøldarnar verður skipað fyri serligari sang- og hugnuløtu, har trubadurarnir báðir, Niclas Heri Jákupsson og Steintór Rasmussen, lata lokið av sangskattinum og syngja slagarar.
Trølla Pætur ætlar sær at taka sína ommu við, og hann sigur, at onnur børn eisini eru vælkomin at taka teirra ommur við. Ja, so kunna øll hátíðarhalda páskirnar saman umborð á Norröna!