Undirtippaðu Atletico Madrid spældu seg í kvøld í finaluna av Champions League kappingini. Hetta er aðru ferð uppá trý tey seinastu árini, at Atletico Madrid spælir seg í finaluna.
Seinna hálvfinalan millum Bayern Munchen og Atletico Madrid sum var spæld í kvøld, hevði alt sum ein góður fótbóltsdystur skal hava. Høgur intensitetur, mál og fleiri kontroversiellar støður.
Endin varð at Bayern Munchen vann dystin 2-1, sum var eitt mál ov lítið fyri týska felagið. Atletico Madrid kom sostatt í finaluna av tí at liðið hevði skora mál á útivølli, sum Bayern Munchen ikki megnaði. Fyrra hálvfinalan millum feløgini endaði 1-0 til Atletico Madrid.
Bayern Munchen var sum heild greitt omaná allan fyrra hálvleik, og tað var eisini fult uppiborið at Xabi Alonso legði Bayern Munchen á odda 1-0, tá góður hálvur tími av dystinum vóru leiktir. Lítla løtu aftaná hevði Bayern Munchen ein risa møguleika at økja til 2-0, tá teir fingu brotsspark. Men tíverri fyri týska felagið, misnýtti Thomas Muller brotssparki.
Í seinna hálvleiki fótaði Atletico Madrid sær betri, og tá gott og væl tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, javnaði Antoine Griezmann fyri Atletico Madrid. Talan var sostatt um stóra mótbrekku hjá heimaliðnum, sum skuldi hava tvey mál tá fyri at koma víðari.
Eitt korter fyri leiklok birtist tó ein vón, tá Robert Lewandowski skoraði til 2-1 til Bayern Munchen. Lítla løtu aftaná hevði Atletico Madrid risa møguleika fyri at punktera dystin. Tá fekk Fernando Torres brotsspark, sum hann sjálvur skeyt, men hann misnýtti eisini, eins og Thomas Muller gjørdi í fyrra hálvleiki.
Atletico Madrid er sostatt klárt til finaluna í Champions League kappingini. Í annaðkvøld verður greitt hvørjum teir møta í finaluni, tá Real Madrid og Manchester City møtast í hinari hálvfinaluni.
Pep Guardiola megnaði sostatt ongantíð at vinna Champions League kappingina sum Bayern Munchen venjari.
Bayern Munchen - Atletico Madrid 2-1 (1-0) Atletico Madrid víðari til finaluna eftir samanlagt 2-2 yvir báðar dystirnar.
1-0 Xabi Alonso, 31.
1-1 Antoine Griezman, 54.
2-1 Robert Lewandowski, 74.