Sveis hevur spælt venjingardyst ímóti Hvítarusslandi sum fyrireiking til landsdyst á Tórsvølli fríggjakvøldið.
Dysturin, sum varð spældur hósdagin, endaði við 1-0 sigri til Sveis.
Málið í dystinum gjørdi Xherdan Shaqiri, sum dagliga umboðar enska felagið Stoke. Og tað var ikki bara eitthvørt mál, sum tann álopssinnaði spælarin gjørdi.
Hann sendi eina kanónkúlu avstað við vinstrabeininum, og hóast skotið var úr eini 25 metrum, hevði málmaðurin hjá Hvítarusslandi ikki livandi kjans at verja fyri dreymahøgginum. Tað var helst ikki so løgið, at málmaðurin eftir málið mátti stoyta vatn í andlitið.
Hóast málið er framúr vakurt, vóna vit ikki at síggja endurtøku av tí á Tórsvølli fríggjakvøldið, tá ið Føroyar og Sveis fara at spæla.
Trýst á pílin í myndini fyri at síggja dreymamálið hjá Shaqiri.