Ótrúliga týðandi sigur hjá B36

(Ljóðsamrøða) Jákup á Borg heldur, at spælið hevur verið gott, men sigrarnir hava manglað. Nú kom so fyrsti sigurin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 hevur gjørt við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná 4-0 sigurin hjá B36 á heimavølli fyrr í dag. Talan er um fyrsta sigurin hjá B36 í effodeildini í dag, og fyrsta sigurin hjá Jákupi á Borg, sum høvuðsvenjari í effodeildini.

 

Jákup á Borg er framúr fegin um trivaliga sigurin, og ikki minst fyrra hálvleik, tá hansara menn skutu øll fýra málini í dystinum. Jákup heldur, at seinni hálvleikur bleiv eitt sindur tamur, tí leiðslan hjá B36 var so stór og trygg.

 

Jákup á Borg staðfestir, at tað hevur sálarliga stóran týdning at fáa fyrsta sigurin í effodeildini í ár. Hann undirstrikar tó, at hann heldur, at hansara menn hava spælt væl, men tað hevur manglað at fingið sigrarnar heim aftaná fýra javnleikir og eitt tap, har B36 var á odda 2-0, men tapti 2-3 ímóti Suðringum.

 

Aftaná dystin hjálpti Jákup á Borg 1. deildarliðnum í heimadystinum ímóti Víkingi, og tað var inni á vøllinum.