Ein dómstólur í Nepal hevur dømt ein nepalskan brotsmann 170 ára fongsul fyri at hava selt trælir. Maðurin varð funnin sekur í at hava selt ungar gentur úr Nepal til skøkjuhald í India.
Ákæruvaldið í Nepal sigur, at maðurin lovaði gentunum eitt betri lív og fast arbeið í Indiai, men at tær síðani vórðu seldar indiskum skøkjuhúsum.
Tað eydnaðist fyri nøkrum árum síðani einum mannarættindafelagsskapi at bjarga seks av gentunum, og tær vitnaðu ímóti manninum í rættinum, skrivar Reuters.










