Træ koppaði á bil

Nakað fyri nátturðatíð hóskvøldið koppaði eitt træ á parkeraðan persónbil í Grím Kambansgøtu í Havn, tá ein vøruvognur tók í træið Tað var stutt fyri nátturðatíð hóskvøldið, at ein vøruvognur kom koyrandi omaneftir Grím Kambansgøtu í Havn. Vøruvognurin var ov høgur og tók í eitt træ, sum síðani koppaði oman yvir ein parkeraðan persónbil.

Neyðugt var at fáa sløkkiliðið á staðið, soleiðis at træið kundi fáast av aftur bilinum.

Sambært sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, stóðst eingin fólkaskaða av óhappinum.