Jólakonsert verður í Havnar kirkju sunnudagin 21. des. 2003 kl. 16
Tey trý kórini, ið luttaka á konsertini í Havnar Kirkju sunnudagin eru:
Kristiliga Sangkórið
Kristiliga Sangkórið heldur í ár 50 ára jubileum. Í hesum sambandi hevur kórið verið uttanlands í summar og vitjað í Danmark, Svøríki og Noregi. M.a. hevði kórið konsertir í 3 dómkirkjum, í Roskilde, Lund og Oslo. Í vetur hevur kórið ma. havt framførslur í Vesturkirkjuni, Norðurlandahúsinum, í Hesti og í Kirkjubø. Síðani byrjan hevur kórið sungið jólaløg í Havnar kirkju fyri jól og soleiðis verður eisini í ár. Hanus Joensen stjórnar Kristiliga Sangkórinum.
Kórið Sólarmagn av Velbastað
Kórið hevur luttikið við ymisk høvi, sum hava verið í sóknini seinastu árini. Sólarmagn er mannað við fólki úr Kirkjubø og av Velbastað og fólki, sum annars hava tilknýti har.
Tórshavnar Kamarkór
Tórshavnar Kamarkór er eitt av teimum væl kendu kórunum í landinum. Í løtuni er tað Fróði Sandoy, sum stjórnar báðum kórunum, Sólarmagn og Kamarkórinum.
Á skrá teirra er bæði føroyskt og útlendskt tilfar:
M.a. Jósef og Maria eftir Paula í Sandagerði, Wie liegt die Stadt so wüst úr klaguljóðum Jeremiasar eftir Rudolf Mauersberger. Sólarmagn og Kamarkórið syngja saman enska jólasangin The First Nowell eftir D. Willcocks, limir úr Havnar Hornorkestri hava undirspælið.
Og at enda syngur stóra felagskórið, við øllum trimum kórunum, 2 kend jólaløg.