Hóast vindmylla varð sett upp í Nólsoy í 2012, so er tað bara av og á, at hon melur. Í løtuni eru tað bara átta hús, sum eru knýtt til skipanina.
– Vit stýra vindmylluni manuelt, og tí melur hon ikki altíð. Ymiskt skal gerast afturat, so at hon skal hita fleiri hús í Nólsoy. Vit eru nakrir, ið nýta okkara frítíð til at arbeiða við hesum, og tí tekur tað tíð, sigur Bjørn Elison.
Hann hevur verið í nevndini í fleiri ár, og hann hevur eisini virkað sum formaður í fleiri ár. Nú er tað eisini skrásett hjá Skráseting Føroya, at Bjarti Thomsen eru farin frá, og at Bjørn Elison er vorðin nevndarformaður.
Nólsoyar Orkufelag royndi í fyrstuni at binda í elnetið hjá SEV, men har kom ikki á mál.
– Tað vóru so nógvar forðingar á vegnum, og vit arbeiða ikki við tí loysnini nú, sigur Bjørn Elison.
Hann hevur ikki mist vónina um, at tað fer at rigga.
– Vit trúgva upp á, at verkætlanini fer at rigga, sigur hann.
Nólsoyar Orkufelag hevur fingið stuðul frá landinum og frá Tórshavnar kommunu til verkætlanina, men sambært Bjørn Elison, so rukku teir pengarnir ikki langt.
– Tað var ikki meira enn til at keypa útgerðina. Vit hava brúkt nógv afturat. Og alt arbeiði, vit gera, er sjálvboðið, og um tað skuldi verið tikið við í roknistykkið, so er talan um nógv fleiri pengar, enn vit hava fingið í stuðli, sigur Bjørn Elison.
Í 2011 skrivaði Umhvørvisstovan, at arbeiðið við vindmylluni í Nólsoy byrjaði sum ein norðurlendsk verkætlan í 2003, men hon heldur nú fram fyriskipað av Spf Nólsoyar Orkufelag. Verkætlanin hevur sum endamál at menna skipanir, so upphiting av húsum og bygningum kann gerast við vindorku heldur enn at brúka olju og oljufýr.
Ein vindmylla av slagnum Wind World W2500 við 220kW el-generatori, 25 metrar veingjatvørmáti og 30 metrar høgum torni verður sett upp 300 metrar norðanfyri og omanfyri bygdina í Nólsoy. Frá vindmylluni verður lagdur el-kaðal framvið skúlanum og barnagarðinum til eitt hús við stórum vatntanga (69m3), sum verður hitaður við elorku frá vindmylluni. Tann skiftandi vindorkan verður sostatt goymd og útjavnað sum tøk orka í heitum vatni.
Í fyrsta umfari fáa tey nærmastu 23 húsini hitaorku úr tanganum við vanligari fjarhitaskipan.
Næsta stig verður at leggja el-kaðalar til skúlan, barnagarðin, missiónshúsið, kirkjuna, bygdarhúsið, umframt nøkur sethús, har smærri hitatangar verða gjørdir og settir saman við verandi hitamiðstøðuskipanum, sum so eisini verða hitaðir við el- orku frá vindmylluni.
Ein skipan tendrar og sløkkir hitaelementir (dyppkókarar), so hesir alla tíðini samsvara við tøka orku frá vindmylluni. Mátingar av vindorku á staðnum og mátingar av orkunýtslu í húsum vísa, at ein 220kW vindmylla gevur orku til at hita umleið 35 hús. Um nøkur ár verða fleiri myllur settar upp, ella ein nakað størri, so øll bygdin í Nólsoy kann fáa hita við vindorku.
Í 2013 sigur Bjørn Elison við Dimmalætting, at orsøkin til, at vindmyllan, sum varð sett upp uppi á Brekkum norðanfyri Nólsoyar bygd, hevur staðið still, eru tekniskar forðingar.
Ætlanin var so at seta eina aðra vindmyllu upp og hita restina av bygdini. Men komið er ikki nógv longur við verkætlanini enn.
– Vit trúgva, at tað fer at eydnast, men tað tekur sína tíð, sigur Bjørn Elison.