Tríggjar stórar stjørnur spæla Ledger

Eftir deyða Heath Ledgers hevur verið óvist, hvør skuldi yvirtaka leiklut hansara í filminum ?The Imaginarium of Dr Parnassus?, men nú er hetta almannakunngjørt. Leingi var óvist, um tað yvirhøvur var gjørligt at gera filmin lidnan vegna deyða Heath Ledgers, men leikstjórin á filminum Terry Gilliam hevur nú fingið loyst henda trupulleikan. Hann hevur fingið tríggjar stórar Hollywoodstjørnur til at yvirtaka leiklutin hjá Ledger í teimum senunum, ið eru eftir at taka upp av filminum. Talan er um Johnny Depp, Jude Law og Colin Farrell.

 

Filmurin er úr fantasigenruni og tí sigur Gilliam frá, at tað vónandi ikki fer at ávirka filmin stórvegis, at hesir tríggir yvirtaka leiklutin, men nú fáa vit at síggja?