Tríggjar skaðafráboðanir í Vestmanna

Boðað er frá fleiri skaðum kring landið, og eisini í Vestmanna hevur sløkkiliðið ríkiligt at gera við at hjálpa fólkum í ódnarveðrinum.


- Vit hava fingið fráboðan um tríggjar skaðar í bygdini. Eitt vindeyga er farið gjøgnum í einum húsum ovast í bygdini og eitt tak er í ferð við at loysna á einum bygningi niðri í fjøruni, greiðir leiðarin fyri sløkkiliðnum frá, tá vit tosaðu við hann.


Sløkkiliðsleiðarin vísir tó á, at veðrið kann blíva verri, um ættin snarar.


- Í støðum kann tað blíva verri, og tað kann blíva heilt ringt í summum støðum í bygdini, um vindurin heldur somu styrki og snarar í ein útnyrðing.  


In.fo fylgir støðuni. Um tit hava myndir ella tips viðvíkjandi ódnarveðrinum, eru tit vælkomin at senda tað til post(at)sosialurin.fo ella senda eini boð til Facebook síðuna hjá in.fo.