Tríggjar nýggjar bøkur koma út í dag

Sprotin útgevur skaldsøgu, stuttsøgusavn og bók um sálarfrøði

Forlagið Sprotin gevur í dag tríggjar nýggjar bøkur út.

Høgni Debes Joensen, fyrrverandi landslækni, hevur skrivað skaldsøgu, sum hann hevur givið heitið Stjørnuløtur í skugga. Bókin snýr seg um, hvussu ein ungur drongur upplivir hjúnaskilnaðin hjá foreldrunum.

Katrin Ottarsdóttir, sum er best kend sum filmsleikstjóri, hevur skrivað stuttsøgusavnið Aftanáðrenn. Søgurnar greinar og granska menniskju, sum detta niðurímillum í sosialu skipanini, einsamøll og forfjónað.

Hesar báðar bøkur verða lagdar fram á tiltaki hjá Sprotanum á Reinsarínum í Havn í kvøld kl . 20.00.

Sálarfrøðingurin Helgi Rasmssen hevur skrivað bók um organisasjónssálarfrøði. Bókin er grundað á egnar royndir sum virkissálarfrøðingur. Bókin eitur Finn teg í organisasjónini. Bókin verður løgd fram á Hotel Hafnia í dag kl. 14.00.