Nert og føl hvølpin
Hendan bókin er ætlað teimum smæstu, sum dáma væl at handfara alt og kanna, hvussu alt kennist. Bókin er úr haldgóðum pappi, og á hvørjari síðu eru fittir hundahvølpar.
Børnini sleppa at kína mjúka hvølpinum, spæla við lodnu oyrini, kráma bláa inniskógvin, ið hvølpurin jaglar, føla reyða gummibóltin og nema við leðurkenda snútan.
Pauli Hansen týddi Nert og føl hvølpin, sum er 12 síður í litum og kostar kr. 49. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Karl er tannleysur eftir Aage Brandt & Mette?Kristine Bak
Karl hevur fingið eina leysa tonn, og mamma og pápin vilja fegin hjálpa Karli, at taka tonnina úr munninum. Men so koma sjórænararnir, og hin ræðuligi Karl Tøkutonn stendur við lúnningina og sveiggjar ógvusliga svørði sínum?Leysa tonnin fær rættuliga ferð á hugflogið hjá Karli, og mamman og pápin eru púra sjúk eftir at sleppa at taka tonnina hjá honum. Til alla lukku eru omman og abbin á vitjan, og tey eru í parti við Karli. Og so avdúkar abbin, at tá ið tað ræður um leysar tenn, er tað ringt at kappast við hann?
Hetta er triðja myndabókin um Karl. Áður hava vit verið saman við honum í barnagarðinum, tá ið hann datt og fekk hol á høvdið. Og so fekk hann ilt í oyruni og mátti verða heima eina heila viku. Ella Smith Clementsen týðir bøkurnar um Karl.
Karl er tannleysur er 28 síður í litum við stívari permu og kostar kr. 95. Hestprent stóð fyri prentgerðini.
Knassi eftir Sterlig North. Jens Pauli Heinesen týddi.
Hugtakandi søga um ein tólvára gamlan drong og besta vin hansara ? tomu vaskibjørnina Knassa. Vit eru saman við teimum, tá ið teir reika um í oyðimørkini í Wisconsin og uppliva mangt spennandi og forvitnisligt. Eisini hoyra vit um ymiskt, ið pápin og drongurin havast at heima á garðinum. Mamman er deyð, og eldri systkini eru flutt heimanifrá, so drongurin, Sterling, ger sum honum lýstir, tí pápin er ofta burtur í handilsørindum.
Søgan um drongin, pápan og Knassan, sum gjørdi Sterling North heimskendan, er avbera væl skrivað og hugtekur lesarar í øllum aldri. Bókin er eisini gjørd til film.
Knassi er 192 síður og kostar kr. 130. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Einars Prentmur plaga vit at siga.
Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini bera so í bandi, at henda bók við skaldsligum perlum ? verður nýtt og at hon verður ikki skift út við aðrar sangir, ið skaldsliga ikki koma »Føroya Fólks Songbók« til knýggja. Vandin lúrir, tí ávirkanin uttanífrá er stór og sterk og mangan er tað so, at tað ikki eru vit sjálvir, ið seta mørkini, men onnur uttanífrá.
Hans Andrias Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur soleiðis:
Har kendist høgt at lofti
og langt á óndskaps mið.
Fró sótu tey hjá keldu í
semju lið um lið.
Tey tóku upp í lógvan
og drukku heilsubót,
so tváaðu tey andlit og
hond og bróst og fót.
Latum okkum halda fram við hesum at fara út í náttúruna og njóta hana í góðum vinalag ? í góðum anda, soleiði sum fræga skald okkara Hans Andrias Djurhuus yrkti.
Góða Varmakeldustevnu.
Signar á Brúnni