Tríggjar milliónir til gamla vaskaríið

Byggi- og býarskiparnarnevndin samtykti á býráðsfundi mánakvøldið at mæla býráðnum til lata tríggjar milliónir til at snøgga um gamla vaskaríið í Tórsgøtu. Jógvan Arge, formaður í nevndini sigur, at enn er ikki avgjørt, hvat húsið skal nýtast til, men at ymisk mentunarlig endamál eru hugsandi

Grannin hjá Sosialinum, gamla vaskaríið í Tórsgøtu, ið hevur sæð betri dagar, fer í næstum ikki at verða til at kenna aftur, tí væntandi verða umbygging framd á økinum fyri 3 milliónir krónur. Klædningur, takvindeygu og hurðar skal alt gerast av nýggjum, umframt at tað annars verður fríðka um húsið við nýggjum oljutangum, septiktagnum og hitaskipanum. Hetta er ein gomul ætlan, ið nú væntandi fer av bakkastokki.
-Fyri tveimum árum síðani samtykti býráðið at fara undir hesa umvæling í stigum. Hetta er so fyrsta stigið, ið verður mett at kosta 3 milliónir krónur, sigur Jógvan Arge.

Mentunarligt endamál hugsandi
Húsið er gamalt, umleið 200 ár gamalt, so tað er eftirhondini vorðið eitt søguligt hús. Hvat húsið skal nýtast til, tá ið tað er umbygt, er ikki endaliga samtykt enn.
-Enn er ongin endalig avgerð tikin um, hvat húsið skal nýtast til, men tað er væl hugsandi, at tað verður brúkt til mentunarlig endamál, sigur Jógvan Arge.
Umvælingin verður gjørd eftir sama leisti, sum umvælingin á Mullers Pakkhúsi við Vestaru Vág.