Økismenning
Viðhvørt loysir tað seg hjá at lata almennan stuðul í vinnulívið.
Tað er Sandoy Seafood í Sandoynni besta prógvið um.
Í 1997 setti landskassin tríggjar milliónir av til eina Sandoyarætlan, sum tað varð nevnt.
Sama árið blivu hesar tríggjar milliónirnar brúktar til at lata flakavirkini í Skopun og á Sandi uppaftur við.
Tað var Delta Seafood á Tvøroyri, ið saman við øðrum, stovnaði Sandoy Seafood, sum síðani fekk virksemið ígongd aftur á teimum báðum flakavirkinum.
Síðani Sandoy Seafood fór undir virksemið í Sandoynni fyri hálvumfjórða ári síðani, hevur felagið havt ein umsetning uppá 100 milliónir um árið, ella yvir 300 milliónir tilsamans.
Tað eru eini 130 ársverk á teimum báðum virkjunum í Skopun og heima á Sandi, og tilsamans eru yvir 60 milliónir goldnar í lønum í lønum. Harafturat kemur alt tað avleiddað virksemið, sum hetta kastar av sær.
Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, sigur, at sostatt eru tær tríggjar milliónirnar, sum tað almenna brúkti í stuðuli til Sandoyarætlanina í 1997, longu blivnar til 300 milliónir.
?So kann ein og hvør gera sær sína meting av, hvønn týdning hetta hevur havt fyri Sandoynna - og fyri landskassan, tí hasar tríggjar milliónirnar eru komnar fleiri ferðir aftur í landskassan í skatti og avgjøldum av ymsum slag, umframt í spardum úgjaldum úr ALS.
Hentur Stuðul
Sandoy Seafood er eitt dóttirfelag hjá Delta Seafood á Tvøroyri.
Delta Seafood á Tvøroyri varð stovnað í 1995 .
? Tíðliga í 1997 fóru vit at kanna møguleikarnar fyri at víðka um virksemið. Vit høvdu fólkið til at víðka virksemið við. Men á Tvøroyri vóru karmarnir í trengra lagi. So tað var eyðsæð, at ein máti at koma víðari uppá, var at kanna møguleikarnar aðrastaðni í landinum.
?Og tað var rættiliga skjótt, at eyguni fullu á Sandoynna.
?Kreppan hevði rakt Sandoynna ógvuliga meint og arbeiðsloysið var eitt tað størsta í landinum. Har vóru eisini tvey virki, sum vit hildu, kundu brúkast til tey fiskivinnuendamál, vit høvdu í tonkunum, sigur Marner Lisberg.
Hann heldur eisini, at Sandoyggin er sera áhugaverd í fiskivinnuhøpi.
? Tað er onki sum bendir á, at Sandoyingar tráað nakað serligt eftir at sleppa upp í oljuvinnuna. Tvs, at tað er onki at ivast í, at tær menniskjansligar og fíggjarligar kreftir, sum eru í oynni, heldur fara at leggja seg eftir at royna at menna fiskivinnuna og tað, sum oyggin eisini er kend fyri, nevniliga landbúnaðin.
? Tí fara fiskivinnan og landbúnaður helst at verða høvuðsvinnunar í oynni, eisini í framtíðini.
? Áður vóru fleiri royndir gjørdar at lata virkini uppaftur, men alt varð miseydnað. Fiskavirking átti bæði virkini, men fekk ikki lív í tey aftur og tey endaðu sostatt í tí tiltikna mølposanum hjá Fiskavirking, sum Føroya Banki síðani yvirtók.
? Úrslitið bleiv, at landsstýrið setti tríggjar milliónir av í eina Sandoyarætlan í eini roynd at fáa virksemi í oynni á føtur aftur.
Tað vóru fyrst og fremst løgtingsmenninir Jógvan Adolf Johannesen og John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum vóru forsprákarar fyri at seta almennan stuðul í Sandoyarætlanina og sum løgdu stóra orku í at fremja ætlanina.
Endin varð, at felagið Sandoy Seafood varð stovnað á sumri í 1997.
? Tað vóru Delta Seafood á Tvøroyri, Havnar Timburhandil, Arbeiðsmannafelagið og Arbeiðskvinnufelagið í Skopun og Vinnugrunnurin á Sandi, sum Sands Arbeiðarafelag eisini er uppi í, sum stovnaðu Sandoy Seafood.
Partapeningurin var tvær milliónir.
?Men vit gjørdust skjótt greið yvir, at hetta var ov lítið til at lata virkini í oynni uppaftur við, tí nú virkini høvdu staðið still so leingi, var nógv at gera við tey, áðrenn tey kundu brúkast aftur. Tað var eisini neyðugt at keypa nakað av nýggjari útgerð.
? Tí søktu vit um at fáa tær tríggjar milliónirnar, sum vóru settar av til Sandoyarætlanina og tær vórðu so eisini settar í ætlanina.
Tung byrjan
Nevndarformaðurin í Sandoy Seafood sigur, at teir mettu, at tær tríggjar milliónirnar vóru nóg mikið til neyðugu útgerðina og til at gera virkini í stand aftur fyri. Ætlanin var so at brúka tær báðar milliónirnar, sum vórðu settar í felagið í partapengum, til rakstrarfígging, saman við aðrari rakstrarfígging frá Bankanum.
?Avtalað varð gjørd við Føroya Banka um at leiga flakavirkini í Skopun og á Sandi. Men, tá vit lótu upp í september í 1997, høvdu vit brúkt 5,8 milliónir. Sostatt høvdu vit brúkt allan partapeningin, allan tann almenna stuðulin, umframt 800.000 krónur av rakstrarkredittinum frá Bankanum.
? Av tí sama var byrjanin nógv tyngri, enn roknað var við.
Marner Lisberg sigur, at tí er tað ongin ivi um, at virkini í Sandoynni høvdu aldrin komið ígongd aftur, hevði landskassin ikki latið tær tríggjar milliónirnar í stuðuli.
Síðani hevur rættiliga nógv virksemi verið á teimum báðum virkjunum í Sandoynni.
? Virksemið er skipað so, at virkið Heima á Sandi er saltfiskavirkið burturav, og har verða skipini eisini landað. Hinvegin verður feskt og fryst arbeitt í Skopun.
? Tilsamans eru eini 23.000 tons av fiski virkað á teimum báðum virkjunum hjá Sandoy Seafood hesa tíðina, tað hevur havt virkini opin.
Síðani er eisini tað hent, at DeltaSeafood keypt partabrøvini hjá Havnar Timburhandil, so at tað nú eru fýra partaeigarar eftir í Sandoy Seafood: Teir eru Delta Seafood, Arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufelagið í Skopun og Vinnugrunnurin á Sandi.
Fyrimyndarligt samstarv í allar ættir
Marner Lisberg sigur, at hesa tíðina, teir hava verið í Sandoynni, hevur samstarvið við allar partar verið fyrimyndarligt og fólkið í oynni hevur bakkað felagið 100% upp. Somuleiðis hevur samstarvið ímillum tær báðar bygdinar, Skopun og Sand, verið fyrimyndarligt.
? Men fyri at fáa lønandi fiskivinnu, krevjast eisini, at vit hava dugnaligar fiskaseljarar. Og vit hava eisini havt sera gott samstarv við tey bæði feløgini, sum selja mesta partin av fiskinum fyri okkum, Farex og Fiskasøluna. Vit hava somuleiðis havt eitt gott samstarv við Føroya Banka, sum framvegis eigur virkini.
? Tað mesta, vit hava keypt av fiski, hava vit keypt frá skipum og bátum úr Sandoynni og samskiftið tann vegin i hevur eisini gingið væl.
? Og ikki at gloyma, hava vit havt eitt sera gott samstarv við Strandferðsluna. Eini 30% av fiskinum, vit arbeiða, keypa vit á uppboðssøluni og fiskurin, vit selja, skal førast til Sandoynna.
?Flutningstólið, sum Strandferðslan hevur at røkja Sandoynna við, er Tróndur, og hann er bæði gamal og sera ótíðarhóskandi, og lýkur ikki krøvini, sum verður settur til nútímans fiskaflutning.
? Men Strandferðslan hevur gjørt sær sera stóran ómak fyri at veita okkum eina so trygga tænastu, sum gjørligt. Hon hevur verið ein sera týdningarmikil samstarvsfelagið fyri at tað skal bera til at hava virksemi í Sandoynni yvirhøvur. Og tað er onki at ivast í, at tað verður eitt stórt framstig, tá ið nýggja sandoyarferjan fer at sigla nú í vár.
? Tá kann eisini væntast, at vit fara at keypa meiri fisk á uppboðssøluni, umframt tað, vit keypa frá skipunum í oynni. Tí talar alt fyri, at tað nýggja sandoyarskipið fer at føra økt virksemið við sær á teimum báðum virkjunum í oynni, sigur Marner Lisberg.
Ein stórur dreymur
Nevndarformaðurin í Sandoy Seafood sigur, at hansara stóri dreymur er, at tað einaferð kemur so langt, at tað fer at bera til at løna teimum, sum dagliga arbeiða á virkinum, betri umstøður at arbeiða undir.
Eitt nú vónar hann, at virkini einaferð fara at kasta so frægt av sær, at tað fer at bera til at luta ein part av yvirskotinum út til arbeiðsfólkið.
? Vit hoyra dag og dagliga um, hvussu væl tað gonur í samfelagnum. Men eg haldi ikki at tey, sum arbeiða á flakavirkjunum , merkja so nógv til hendan framburðin, sigur Marner Lisberg.