Tríggjar metrar upp á tíggju ár

Fyriskipararnir lata væl at vøkstrinum í viðarlundini í Vestmanna. Summi træsløg klára seg betri enn onnur, men fjølbroytni í viðarlundini skal varðveitast, verður sagt

Dánjal Højgaard


Fyri tíggju árum síðani gróðursetti Rói Joensen, sum tá gekk í 10. flokki í Vestmanna , eitt træ omanfyri Vestmanna skúla. Eitt træ er kanska ov mikið sagt, tí í veruleikanum var tað ein 15 centimetrar langur runnur, hann setti niður í jørðina.

Í dag er Rói ein vaksin maður og runnurin er blivin til eitt snøgt Sitka granntræ, sum er tríggjar metrar høgt.

Fyri tíggju árum settu skúlanæmingarnir og aðrar góðar kreftir í Vestmanna tey fyrstu 600 trøini í tí fyrsta økinum, sum sett varð av til nýggju viðarlundina í bygdini. Í dag telur virðarlundin 6.000 smærri og størri trø, sum standa á einum øki, ið er 18.000 fermetrar til víddar.


Veksa væl

- Tað er altíð ein gleði at síggja, at tað fer at spretta um várið, og somu gleði hava vit upplivað við hesi viðarlundini, sigur Finnbogi Joensen, sum hevur verið undangongumaður fyri viðarlundina øll árini. Hann er formaður í nevndini fyri viðarlundina, og saman við hinum nevndarlimunum hevur hann nýtt nógvar óløntar tímar til trøini..

Sjálvur heldur Finnbogi, at viðarlundin hevur verið væleydnað. Hóast trupulleikar hava verið, so hava trøini sum heild vaksið væl, sigur hann meðan hann vísir okkum kring um á økinum. Í lægdunum, har lývd er, sær út til at veksa væl. Í støðum, har tað er meira ábært, sær tað meira berligt út.


Fýra metrar

Størsta træið í viðarlundini í Vestmanna er í dag fýra metrar høgt. Tað er eitt leyvtræ, eitt sokallað Bornholmskt roynitræ, sum ein skúlanæmingur setti niður á sumri 1990. Allir næmingar, sum eru byrjaðir í 1. flokki í Vestmanna Skúla hesi árini eru slopnir at gróðurseta sítt egna træ í viðarlundini. Næmingarnir hava fingið ognarbrøv tillutaði og trøini eru skrásett í nummarrøð.

Størsta træið í viðarlundini hevur nummar 2. Tað eru sjey sløg av trøum í viðarlundini í Vestmanna. Fýra sløg av nálatrøum og sjey sløg av leyvtrøum, men øll sløgini hava ikki klára seg ikki líka væl.

-Tey, sum hava klárað seg best eru lerkatrøini, Sitka granntrøini og Bornholmsku roynitrøini, sigur Finnbogi Joensen. Men hóast summi trø ? eittnú nálatrøini ? standa seg væl, so er hugskotið við viðarlundini, at hon skal rúma so nógvum ymiskum trøum sum tilber.

- Hetta tryggjar tað rætta litspælið, sigur Finnbogi og sipar til teir gulu og reyðu litninir, sum koma til sjóndar, tá leyvið fellur um heystið. Eyguni skulu eisini hava sítt.

Enn fært tú ikki rættiliga kensluna av, at tú gongur í eini viðalund, tá ið tú spákar millum runnar og trø í Vestmanna. Men sjøtil er settur á. Sum Finnbogi Joensen málber seg:

-Viðarlundin í Vestmanna er komin fyri at vera.