Maðurin, sum býr í Havn, er dømdur fyri at hava falsað tríggjar 200 krónuseðlar. Heima hjá sær sjálvum hevur hann framleitt tríggjar falskar pengaseðlar. Hetta hevur hann gjørt við skannara og teldu, og hevur hann síðani prentað følsku seðlarnar út og brúkt teir.
Keypti í Kiosk Vár
Tað var tann 13. og 14. apríl í fjør, at maðurin keypti fyri seðlarnar. Hósdagin 13. apríl keypti fyri tann eina falska 200 krónuseðilin í Kiosk Vár í Saltangará. Dagin eftir, fríggjadagin 14. apríl, nýtti hann hinar báðar følsku 200 krónuseðlarnar í somu kiosk.
Hetta varð hann í morgun dømdur tríggjar mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri. 31 ára gamli maðurin tók við dóminum.