Tríggjar kvinnur og fimm menn í kyndilsmessulandsstýrið

Tjóðveldið fær fimm fólk í tingbólkin, sum ikki vórðu vald á valinum 19. januar. Javnaðarflokkurin fær trý nýggj fólk í sín tingbólk og Miðflokkurin eitt

At Jóannes Eidesgaard verður løgmaður, og at Karsten Hansen verður fíggjarmálaráðharri, er tað einasta sum liggur heilt fast. Tað liggur eisini í kortunum, Hans Pauli Strøm heldur fram sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.

Triðja umboðið hjá Javnaðarflokkinum í landsstýrinum verður helst Helena Dam á Neystabø, sum verður landsstýriskvinna í løgmálum. Ein annar møguleiki er, at tað verður Eyðgunn Samuelsen, men eygleiðarar vilja vera við, at tað verður Helena Dam á Neystabø, og at Eyðgunn Samuelsen verður forkvinna í fíggjarnevndini.

Heilt vist er, at Høgni Hoydal verður landsstýrismaður í uttanríkismálum. Síðani verður mett, at Tórbjørn Jacobsen verður landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum, meðan Bjørt Samuelsen og Olga Biskopstø verða landsstýriskvinnur í ávikavist vinnu- og mentamálum.

Aðrir møguleikar, sum verða nevndir er, at Heini O. Heinesen verður fiski- og tilfeingismálaráðharri og Heidi Petersen mentamálaráðharri.

Tað verða í øllum førum stórar broytingar í tingbólkunum, tá flokkarnir skulu brúka so nógv fólk í landsstýrinum. Av tí at Annita á Fríðriksmørk skjótt skal í barnsburðarfarloyvi, og at Tjóðveldið hevur annan fólkatingsessein, verður neyðugt hjá Tjóðveldinum at fara heilt niður á 14. pláss á listanum eftir fólki.

Tingbólkurin hjá Tjóðveldinum komandi mánaðirnar verður tí hesin:

Bergtóra Høgnadóttir Joensen

Heini O. Heinesen

Hergeir Nielsen

Páll á Reynatúgvu

Heidi Petersen

Finnur Helmsdal

Olaf í Garði Joensen

Óluvá Klettskarð

Sjúrður Skaale verður fólkatingsmaður meðan Annita á Fríðriksmørk er í barnsburðarfarloyvi ? tað kann vera upp til eitt ár. Viðmerkjast skal tó, at Sjúrður Skaale uttan iva verður partur av tingmanningini hetta tíðarskeið, men má javnan hava farloyvi tá hann er í Fólkatinginum, og tá verður tað Óluvá Klettskarð í Klaksvík, sum tekur sæti á tingi.

Andrias Petersen og Eyðgunn Samuelsen hava longu tigið sæti á tingi fyri Jóannes Eidesgaard og Hans Paula Strøm. Tá Helena Dam á Neystabø ? ella Eyðgunn Samuelsen ? fer í landsstýrið, kemur Mikkjal Sørensen í Porkeri á ting. Hann hevur fleiri ferðir áður havt sæti á tingi.

Fyri Karsten Hansen í Miðflokkinum tekur Tordur Niclasen aftur sæti á tingi eftir tíggju ár uttan fyri tinggátt.

Verður hetta úrslitið, vit her hava nevnt, verða ting- og landsstýrisbólkarnir hjá flokkunum hesir:

Javnaðarflokkurin:

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Hans Pauli Strøm, almanna- og heilsumálaráðharri

Helena Dam á Neystabø, løgmálaráðharri

Tingbólkurin:

John Johannessen

Gerhard Lognberg

Katrin Dahl Jakobsen

Andrias Petersen

Eyðgunn Samuelsen

Mikkjal Sørensen

Tjóðveldisflokkurin:

Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri

Tórbjørn Jaocbsen, fiski- og tilfeingisráðharri

Bjørt Samuelsen, vinnumálaráðharri

Olga Biskopstø, mentamálaráðharri

Fólkatingsumboð:

Sjúrður Skaale (meðan Annita á Fríðriksmørk er í farloyvi)

Tingbólkurin:

Bergtóra Høgnadóttir Joensen

Heini O. Heinesen

Hergeir Nielsen

Páll á Reynatúgvu

Heidi Petersen

Finnur Helmsdal

Olaf í Garði Joensen

Óluva Klettskarð (meðan Sjúrður Skaale er á fólkatingi)

(Tá Annita á Fríðriksmørk aftur tekur sæti á løgtingi og fólkatingi, verður Olaf í Garði Joensen tann, sum kemur at renna út og inn sum eykatingmaður fyri fólkatingskvinnuna)

Miðflokkurin:

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri

Tingbólkurin:

Jenis av Rana

Bill Justinussen

Tordur J. Niclasen