Tað hava verið kanningar og uppskot til broytingar í bygnaðinum á Landssjúkrahúsinum í fleiri ár, men einki er spurt nurtur úr.
Einaferð var DIOS-kanningin gjørd, og ælanin var at nýta hana sum grundarlag fyri bygnaðarbroytingarnar.
Síðan komu onnur uppskot - pre-DIOS og post-DIOS og hvat ymsu uppskotini kallaðust.
Broyta bert ein part av deildunum
Nýggja uppskotið um bygnaðarbroytingarnar, er ikki rúgvusmikil lesnaður. Bert tvær A4 síður. Hetta er økið, sum liggur beinleiðis undir sjúkrahúsleiðaranum og er eitt yvirlit yvir, hvussu hann kundi hugsað sær, at arbeiðið á Landssjúkrahúsinum varð skipast.
Hvørt hetta uppskotið er av slíkum slag, at starvsfólkið skal taka støðu til tað, ella um hetta er ein arbeiðssetningur, sum skal setast í verk, var ikki gjørligt at fáa nærri vitan um, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Eftir hesum uppskotinum er ætlanin at skipa Landssjúkrahúsið í tríggjar megindeildir. Tað er mediskinska deildin, skurðdeildin og psykiatriska deild. Á hesum deildum er størsti parturin av virkseminum á Landssjúkrahúsinum.
Seinni er ætlanin at, at hini økini, sum eru eygnadeildin, oyra-næsa- og hálsdeildin, tannlæknin, patologurin, rannsóknardeildin, røntgendeildin, terapiin og sjúkraflutningurin, skulu samskipast seinni.
Í viðmerkinguum til uppskotið verður sagt, at teir tríggjar høvuðsdeildirnar verða skipaðar við yvirlækna og deildarsjúkrasystir ella yvirsjúkrasystir. Henda leiðslan skal, umframt umsitingarligu ábyrgdina, eisini luttaka beinleiðis í sjúkrarøkt, eins og teir leiðandi yvirlæknarnir í sínum virki.
Leiðandi yvirlæknin og leiðandi deildarsjúkrasystirin og sjúkrahúsleiðarin eru tilsamans leiðslan í megindeildunum. Leiðslufundur skal vera hvørja viku.
Nakrar deildir halda fram sum áður
Tær deildirnar, sum ikki eru umfataðar av broytingunum, halda fram at virka sum í dag. Tó skulu regluligir fundir verða við sjúkrahúsleiðaran, fyri at kunna um gongdina á deildunum. Sjúkrahúsleiðarin skal eisini vera við til at taka neyðugar avgerðir av umsitingarligum slag.
Í teimum førum har sjúkrahúsleiðarin er í iva um, hvussu eitt mál, sum ósemja er um, skal avgreiðast, ráðførir hann seg við Almanna- og Heilsumálastýrið.
Uppgávurnar hjá núverandi fyristøðukvinnu verða lagdar til leiðandi deildarsjúkrasystrarnar ella yvirsjúkrasystrarnar og til sjúkrahúsleiðaran, og hevur við sær endaliga avtøku av gamla bygnaðinum.
Eingin sjúkrasystrastjóri í uppskotinum
Ongastaðni í uppskotinum verður sjúkrasystrastjóri nevndur.
Maria á Dul, starvsfólkaleiðari í Almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur við Sosialin, at tann spurningurin ikki er avgreiddur enn.
Málið um sjúkrasystrastjóra er til umrøðu í løtuni. Av tí at sjúkrasystrastjórin skal verða stjóri fyri øll sjúkrahúsini, er hetta partur av samlaða bygnaðinum. Enn er ikki avgjørt, hvar sjúkrasystrastjórin skal setast í heilsuverkinum, men hugsandi verður tað í Almanna- og heilsumálastýrinum, sigur Maria á Dul.
Arbeiðið við at broyta bygnaðin, hevur vart i eini seks ár. uttan tó at nakað ítøkiligt komburtur úr.
So fekst semja um, at seta ein sjúkrahúsleiðara, sum skuldi hava til uppgávu at gera uppskot um, hvussu framtíðar bygnaðurin skuldi vera.
Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, sum hevur gjørt nýggja uppskotið, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann heldur, at orðaskiftið um framtíðar bygningin skal verða innanhýsis á Landssjúkrahúsinum, áðrenn farið verður í fjølmiðlarnar.
Kortini vónar Jákup Mørkøre, at uppskotið verður væl móttikið, og at broytingarnar kunnu fara fram innan alt ov langa tíð.