Hotel Vágar bleiv alment tikið í brúk 8. mars 1979, men um ársskiftið 1978/79 vórðu tær tríggjar: Joan Jørgensen í Sørvági, Ann-Mari Hattarstein í Miðvági og Malja Danielsen í Sørvági, settur á starv á hotellinum. Joan og Malja hava arbeitt í køkinum, meðan Ann-Mari hevur verið í móttøkuni og serverað á matstovuni.
Í fjør fóru Joan og Malja í læru sum kokkar, og verða tær lidnar við hesa útbúgving í juni mánað.