Staðfestast má, at tað er ein fantastiskur dagur fyri føroyska bogaskjóting á oyggjaleikunum í Gotlandi.
Anja Eydnudóttir vann gull í compound. Oddmar Nielsen vann gull í recurve, og føroyska liðið vann gull í compound. Jastrid Jensen gjørdist nummar 12 í compound.
Anja Eydnudóttir vann compound-kappingina við 1317 stigum. Nummar tvey var Gen Witham úr Guernsey við 1295 stigum. Oddmar Nielsen vann recurve-kappingina við 826 stigum. Nummar tvey var Jason La Page úr Guernsey við 802 stigum.
Tey, sum mannaðu føroyska liðið, sum vann gull fyri Føroyar í liðkappingini í compound eru Anja Eydnudóttir, Albert Elias Dam, Nikkel Petersen, Jógvan Niclasen og Jóannes Poulsen.
Haraftrat vann Absalon Hansen bronsu í recurve, og Jógvan Niclasen vann bronsu í compound. Nikkel Petersen gjørdist nummar fýra, og Albert Dam gjørdist nummar fimm í compound.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við føroysku gullskjúttararnar, Anju Eydnudóttir og Oddmar Nielsen.