Marin Hermansdóttir Eidesgaard er kortsíðani heimkomin við spildurnýggju tvíburadøtrunum, og nú snýr gerandisdagurin seg um at fóta sær í nýggju tilveruni.
– Dagarnir fara við bróstageving, nógvum blæum, sum skulu skiftast, at sova, slappa av og eta og sjálvandi at spæla við stórusysturina Mai. John er heima nakrar vikur afturat, men annars fáa vit nógva hjálp frá familju, serliga ommunum báðum og langommuni, sigur nýggja tvíburamannan.
– Nú eru tær enn spildurnýggjar, men tað er fantastiskt at hava tveir nýføðingar í senn. So fantastiskt, at vit duga ikki at lýsa tað. Tær eru báðar tvær so deiligar og fittar, og eg kann als ikki ímynda mær at bara fáa eitt nú. Og sum tíðin líður, vænti eg eisini, at tær fáa so nógva gleði av hvørjari aðrari, og eg gleði meg at uppliva tað, sigur Marin Hermansdóttir Eidesgaard.
Les alla samrøðuna við Marina Hermansdóttir Eidesgaard í grein í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum, har stórt tema er um tvíburar.
Les eisini Tað er ein fantastisk gáva