Tríggjar ferðir tætt við

Enn stendur 1. deildarfótbóltur ikki á KÍ visittkortinum. Tað er møguleiki fyri, at hetta verður veruleiki, tá ið klaksvíkingar leygardagin 25. oktober eftir 27. umfar fara úr Gøtu.

Fleiri ferðir seinastu tjúgu árini hevur tað verið tætt við:

Í 1988 var fyrsta árið við tíggju liðum í bestu deildini og tveimum niðurflytarum. NSÍ og TB fluttu niður við 14 stigum. KÍ var triði aftast við 15 stigum. Tað verður enn tikið til dramatiska endan, tá ið NSÍ í síðsta umfari tapti 2-1 í Klaksvík. Bólturin brast í síðstu sekundunum í tvørtræið aftanfyri KÍ málverjan. Hevði bólturin verið hálvanannan sentimetur lægri, so hevði KÍ í 1989 spælt í næstbestu deildini!

Í 1995 hilnaðist tað illa eftir summarsteðgin, og KÍ var um reppið at enda á næstaftasta plássi og harvið at skula spæla um plássið í bestu deildini. Púra óvæntað eydnaðist tað í næstsíðsta umfari at vinna heimadystin ímóti HB 2-0, og so var sloppið undan niðurflytingarhóttanini.

Í 2005 stóð aftur heilt illa til. Ta ferðina varð Ove Flindt Bjerg skiftur út sum venjari, og við 25 stigum eydnaðist tað at sleppa undan niðurflytingini. TB flutti niður við 22 stigum, og GÍ, sum hevði 23 stig, bjargaði eftir endaspæl ímóti B71 sær sessin í bestu deildini. VB endaði við 24 stigum.