Tríggjar ferðir á odda

Fram til 88. minuttin í seinasta dystinum hevði HB bara tvær ferðir verið á odda í landskappingini. Eftir fyrsta umfar var HB fremst, og somuleiðis vóru teir fremst, tá teir í 12. umfarinum vunnu heimadyst móti VB/Sumba. Í aðrar mátar vóru teir ikki á odda, fyrr enn 27. og seinasta umfarið var liðugt. Av hinum 24 umførunum var B36 á odda einaferð, GÍ einaferð og so var tað annars EB/Streymur, sum í alt átti oddasessin 22 ferðir.