Tríggjar bilbumbur í Spania

Innan fyri 24 tímar brustu tríggjar bilbumbur í Spania. Ein teirra kostaði eitt mannalív Tann triðja bumban brast í nátt uttan fyri eina herstøð við býin Santona, og hon kostaði eitt mannalív.

Gjáranáttina fingu 11 fólk skaða av einari bilbumbu uttan fyri eina løgreglustøð í Ondarrosa. Í Vittoria brast eisini ein bumba, men har fekk eingin skaða.

Baskiski loysingarfelagsskapurin ETA hevur átikið sær ábyrgdina av tveimum av bumbunum, og sum vant boðaði felagsskapurin løgregluni frá frammanundan.